19/05/2026 0 Kommentarer
2. Hvítusunnudag er Gudstænasta á ovara vølli í Gundadali 25. mai
2. Hvítusunnudag er Gudstænasta á ovara vølli í Gundadali 25. mai
2. Hvítusunnudag er Gudstænasta á ovara vølli í Gundadali 25. mai

© mynd: Portalurin
Mandag 25. maj 2026, kl. 11:00
Gundadalur - ovari vøllur
Aftur í ár verður familjuvinarlig útigudstænasta í Gundadali annan hvítusunnudag. Tiltakið verður á ovara vølli og í vestara skýli, har øll eru líka nógv - ella lítið - á heimavølli. Tað eru prestarnir í Havn, sum skipa fyri við hjálp til tað tekniska frá KVF. Tónleikurin verður væl borin av GHM og Havnar Hornorkestri, nakað, vit eru teimum takksom fyri. Sangarar úr øllum ráðunum syngja fyri. Gudstænastan verður send í KVF.
Aftaná gudstænastuna eru øll boðin vælkomin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn, sum Vesturkirkjan hesuferð skipar fyri.
Vit vóna sjálvandi gott veður, men skuldi tað bilað við regni, so er at lata seg hampuliga í og hopa upp á vesturætt.
Kommentarer