Konfirmatión
Nær kann eg konfirmerast?
Vanliga ganga børnini til prest, tá ið tey ganga í 7. flokki.
Nær byrjar konfirmatiónsfyrireikingin?
Fyri Vesturkirkjuna, Argja kirkju og Kirkjubøar kirkju byrjar konfirmatiónsfyrireikingin í januar og august. Tey, sum skulu konfirmerast um várið, byrja at ganga til prest eftir summarfrítíðina og halda fram til jólafrítíðina. Tey, sum skulu konfirmerast um heystið, byrja at ganga til prest eftir jólafrítíðina og halda fram til summarfrítíðina. Boðað verður frá í miðlunum, áðrenn konfirmantarnir møta fyrstu ferð. Fyristu ferð konfirmantarnir møta, hava teir dóps- ella navnabrævið við.
Nær eru konfirmatiónirnar?
Í Vesturkirkjuni eru konfirmatiónir altíð tveir fylgjandi sunnudagar áðrenn páskafrítíðina og heystfrítíðina. Í Argja kirkju eru konfirmatiónirnar sunnudagin áðrenn páskafrítíðina og heystfrítíðina. Í Kirkjubøar kirkju eru konfirmatiónirnar annan sunnudagin fyri páskafrítíðina og síðsta sunnudag í september.
Á vári 2026 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Vesturkirkjan 22. mars kl. 11.00
Kirkjubøar kirkja 22. mars kl. 11.00
Vesturkirkjan 29. mars kl. 11.00
Argja kirkja 29. mars kl. 11.00
Á heysti 2026 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Kirkjubøar kirkja 27. september kl. 11.00
Vesturkirkjan 4. oktober kl. 11.00
Vesturkirkjan 11. oktober kl. 11.00
Argja kirkja 11. oktober kl. 11.00
Á vári 2027 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Vesturkirkjan 14. mars kl. 11.00
Kirkjubøar kirkja 14. mars kl. 11.00
Vesturkirkjan 21. mars kl. 11.00
Argja kirkja 21. mars kl. 11.00
Á heysti 2027 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Kirkjubøar kirkja 26. september kl. 11.00
Vesturkirkjan 3. oktober kl. 11.00
Vesturkirkjan 10. oktober kl. 11.00
Argja kirkja 10. oktober kl. 11.00
Á vári 2028 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Vesturkirkjan 2. apríl kl. 11.00
Kirkjubøar kirkja 2. apríl kl. 11.00
Vesturkirkjan 9. apríl kl. 11.00
Argja kirkja 9. apríl kl. 11.00
Á heysti 2028 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Kirkjubøar kirkja 24. september kl. 11.00
Vesturkirkjan 1. oktober kl. 11.00
Vesturkirkjan 8. oktober kl. 11.00
Argja kirkja 8. oktober kl. 11.00
Á vári 2029 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Vesturkirkjan 18. mars kl. 11.00
Kirkjubøar kirkja 18. mars kl. 11.00
Vesturkirkjan 25. mars kl. 11.00
Argja kirkja 25. mars kl. 11.00
Á heysti 2029 eru konfirmatiónirnar hesar dagar:
Kirkjubøar kirkja 30. september kl. 11.00
Vesturkirkjan 7. oktober kl. 11.00
Vesturkirkjan 14. oktober kl. 11.00
Argja kirkja 14. oktober kl. 11.00