
19/08/2025 0 Kommentarer
Orgulkonsert, sunnukvøldið 24. aug. kl. 19:00 - Ari Hammer Joensen og Jógvan Thomsen
Orgulkonsert, sunnukvøldið 24. aug. kl. 19:00 - Ari Hammer Joensen og Jógvan Thomsen

Føðingardagskonsert, har tveir av okkara dugnaligu organistum, Jógvan Thomsen og Ari Hammer Joensen, seta seg á orgulbonkin og spæla eina konsert við bæði kendum orgulverkum og eina symfoni hjá Ara Hammer Joensen, skrivað serliga til høvið.
Jógvan Thomsen spælir:
Preludium í E-mol, Nicolaus Bruhns (1665-1697)
Benedictus, Max Reger (1873-1916)
Preludium í G-dur, J. S. Bach (1685-1750)
Fuga í Es-dur, J. S. Bach (1685-1750)
Ari Hammer Joensen:
Symfoni fyri orgul, A. H. Joensen (2004) Frumframførsla.
I. Preludium
II. Aria
III. Scherzo
IV. Adagio
V. Finala
Jógvan Thomsen (1960) er úr Nólsoy. Hann hevur verið organistur í Vesturkirkjuni síðani 1992 og hevur fyri stuttum nomið sær útbúgving innan orgulspæl á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus.
Ari Joensen (2004) er úr Havn. Sum hann sjálvur segði, setti hann seg mestsum av forvitni á orgulbonkin at royna eitt sindur, tá hann gekk at lesa í Vesturkirkjuni. Sigast má, at væl lá fyri, og nú nøkur ár seinni er hann undir lestri á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á triðja ári. Hóast sín unga aldur er hann ein umbiðin konsertorganistur, og nú hevur hann skrivað sína fyrstu symfoni fyri orgul
Kommentarer