Konsert mánakvøldið 13​. okt. kl.19 - Syngedrengene fra Assens

Konsert mánakvøldið 13​. okt. kl.19 - Syngedrengene fra Assens

Konsert mánakvøldið 13​. okt. kl.19 - Syngedrengene fra Assens

Mandag 13. oktober 2025, kl. 19:00
Vesturkirkjan, Landavegur 44, FO-100 Tórshavn

Mánakvøldið 13. oktobur kl.19:00 syngur danska dreingjakórið "Syngedrengene fra Assens" í Vesturkirkjuni, og týskvøldið 14. oktobur kl. 19:00 syngja teir í Gøtu kirkju.


Danskir dreingir og unglingar

Hetta dreingja- og unglingakórið í Vor Frue Kirke í Assens á Vesturfjóni er

serliga áhugavert, tí talan er um 25 dreingir og ungar menn, sum áhaldandi og

regluliga fáa og hava fingið kórvenjing og einstaklingavenjing í sangi frá

barnsbeini.

Kórskúlin ger munin

Kórið er millum tey elstu í Danmark. Tað varð stovnað í 1856 og virkar í dag

sum ein sangskúli, har dreingirnir heilt frá 2. og 3. flokki og til

lokna skúlagongd í miðnámsskúla fáa holla venjing og undirvísing í solosangi,

tónleikaástøði og klaverspæli. Kórið og kórskúlin geva soleiðis eitt týðandi

mentanarligt íkast bæði til nærumhvørvið og landspartin. 

Kórleiðari er Rasmus Tofte-Hansen. Talan er um eitt kirkjukór, og tí er

klassiskur evropeiskur kirkjutónleikur á skránni. Men kórið úr Assens syngur

eisini norðurlendskar sangir frá romantiska tíðarskeiðnum og sangir frá danska

sangarvinum. Ferðin til Føroya er ætlað sum eitt skiftistiltak í mentanarhøpi, og

tí verður konsertin í Gøtu kirkju ein felags konsert við Gøtu kirkju ungdómskór.

Danska kórið verður eisini at hoyra í kirkjuni í Kollafirði sunnudagin 12.

oktober, har gudstænasta er.

Konsertin við "Syngedrengene fra Assens" verður í:

Vesturkirkjuni mánakvøldið 13. oktober kl. 19 og í 

Gøtu kirkju týskvøldið 14. oktober kl. 19.

Du vil måske også kunne lide...

0
Feed
  Vesturkirkjan