01/06/2026 0 Kommentarer
Summarkonsert 11. juni við kórinum SK'ØYEREN (NO)
Summarkonsert 11. juni við kórinum SK'ØYEREN (NO)

11. juni kann áhoyrarin seta seg afturá og njóta løtuna frá norska kórinum SK'ØYEREN. Serliga navnið hava tey fingið á mannamunni, og er ein stytting av "Sangkoret Øyeren". Kórið, sum eru úr Osloøkinum, telur umleið 50 sangarar, og tey hava sett eina summarliga skrá saman á Føroyaferð síni, við - sambært teimum sjálvum - vøkrum popp- og gospeltónleiki. Tað er serliga eldri gospeltónleikur, sum tey framføra, og tað verður spennandi at vita, hvat tað merkir.
Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, og hetta er teirra fyrsta kórferð í Føroyum. Sangararnir eru vælsyngjandi amatørar í aldrinum 20-75 ár. Kórleiðari er Vidar Kjeldsen. Vidar hevur eisini klaverfylgjuspælið og hevur sjálvur lagt tónleikin til rættis.
Konsertin er ókeypis. Vælkomin í Vesturkirkjuna
Kommentarer