06/08/2026 0 Kommentarer
Konsert 7. aug - Parnu Kammerkoor úr Estlandi
Konsert 7. aug - Parnu Kammerkoor úr Estlandi
Konsert 7. aug - Parnu Kammerkoor úr Estlandi

Fredag 7. august 2026, kl. 20:00 - 22:00
Vesturkirkjan, Landavegur 44, FO-100 Tórshavn
Konsert við Pärnu Kammerkoor verður fríggjakvøldið kl 20. Kórleiðari er Enu Keskula .
Pärnu Kammerkoor er kór úr býi við sama navni í Estlandi. Á konsertferðini framføra tey estlendskan og evropeiskan kamartónleik. Kórið hevur verið virkið síðani 2001 og m.a. luttikið í nógvum kórkappingum bæði í heimlandinum og uttanlands, har tey hava fingið sera góð úrslit. Kórið leggur seg eftir umframt at syngja kamartónleik - sum vit fara at hoyra á ferðini - eisini at framføra størri verk av og á.
Kórið skal sunnudagin komandi luttaka í vælumdóktu útigudstænastuni við gjónna við Gjógv .
Um tit ikki náa í Vesturkirkjuna fríggjakvøldið, er møguleiki at hoyra tey framføra í Gøtu kirkju sunnudagin seinnapart. Vælkomin á konsert
Kommentarer