03/05/2026 0 Kommentarer
Kristiliga sangkórið, Kórið í Fríðrikskirkjuni, Sandoyar sangkór
Kristiliga sangkórið, Kórið í Fríðrikskirkjuni, Sandoyar sangkór

Várkonsert
Komandi sunnudag verður várkonsert í Vesturkirkjuni við ikki færri enn trimum kórum. Tað eru Kristiliga sangkórið, Sandoyar sangkór og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, sum fara at framføra saman. Kórleiðari hjá øllum trimum kórum er Susanne Brattaberg, og merkir tað, at kórini í mestan mun framføra somu skrá, tvs. syngja sum eitt kór.
Leisturin við trimum í einum, hava kórini longu roynt áður, og hevur tað verið væleydnað. Umframt at venja hvør sær hava kórini ígjøgnum kórárið nakrar felagsvenjingar, har tey verða samansungin, bæði sosialt og tónleikaliga.
Lurtarin kann gleða seg til eina blandaða skrá við føroyskum og útlendskum kórløgum. Konsertin er hin seinasta, áðrenn kórni seinni hendan mánaðin fara til Oslo á kórferð, og millum onnur telist okkurt norskt lag millum verkini, tey fara at framføra.
Kommentarer